Casino - ung

Seinasta ár var okkara Casino-kvøld eitt stórt hitt, so vit royna sjálvandi aftur í ár:), so set x í kalendaran 20. november 2026

Hetta er galla galla, so nú er at finnna síni fínastu klæðir fram, tá miðhæddin verður umgjørt til eitt fancy Casino.

Vit spæla sjálvandi ikki um pengar, men onkrir vinningar verða, so tað ræður um at halda høvdið kalt og fáa sum mest burturúr:) 

Tað er ókeypis at koma til Casino, sum byrjar umleið kl. 21.00.

 

Byrjar:
20.11.2026 - KL. 20:00
Endar:
20.11.2026 - KL. 00:00

Komandi tiltøk

26 oktober
2026
Kreativur dagur - børn
Mikudagur er kreativur. Kanska vit tekna, klippa, gera slím, gera negl ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í ølkum førum at vit brúka okkara kreativu evnir mikudag
26 oktober
2026
Jónas Jam
Tey ungu hava ynskt sær eina tónleikaløtu saman við Jónas. Tey ynskja at sleppa at spæla ljóðføri og at syngja, so nú hava vit syrgt fyri bæði at seta løtuna á skrá, men eisini at útvega teimum ljóðføri, so tey kunnu sleppa at spæla - har er okkurt fyri øll, so ikki er neyðugt at halda seg aftur
27 oktober
2026
Køksdagur - børn
Hvønn týsdag eru vit í køkinum. Tað kann vera, at vit baka okkurt, kóka okkurt, gera okkurt lekkurt vatn ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í øllum førum at brúka dagin í køkinum